2023-05-09 10:35
Løgtingslimirnir hava í dag umvegis løgtingsgrannskoðararnar fingið handað eina drúgva frágreiðing, sum Landsgrannskoðanin hevur gjørt av nýbyggingini á Landssjúkrahúsinum - byggingini av sokallaða H-bygninginum.
Saman við frágreiðingini er eisini uppskoti til samtyktar frá løgtingsgrannskoðarunum, har mælt verður til at gera greiðar reglur um, hvussu almennar byggiverkætlanir skulu skipast.
Í frágreiðingini er staðfest:
- at verandi skipan í sambandi við byggiverkætlanir ikki virkar,
- at leiðsla og ábyrgd í sambandi við byggiverkætlanir eru ikki nóg greið,
- at upplýsingar eru lagdar fyri Løgtingið, sum ikki eru eftirfarandi,
- at upprunaligar og endurskoðaðar játtanir og kostnaðarmetingar fyri H-bygningin hava ikki hildið,
- at verkætlanin er seinkað fleiri ár, og hevur ikki hildið upprunaligu og ei heldur endurskoðaðar tíðarætlanir, og
- at landsstýrisfólk hava ikki hildið sínar eftirlitsskyldur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald