Mánamorgunin verður fyrsti tingfundur eftir løgtingsvalið, har nývalda Løgtingið verður sett.
Jenis av Rana (H), sum við sínum 73 árum er elsti persónur á tingi, setur tingið í morgin klokkan tíggju.
Síðani heitir aldursforfólkið - Jenis av Rana - á fimm av valdu tingfólkunum um at kanna valbrøvini, og verður kravt av hvørjum løgtingsfólki, at tey við trú og heiður skriva undir váttan, hvørji álitsstørv, sum nevnd eru í Stýrisskipanarlógini § 8, tey hava, og at tey játta at leggja hesi álitsstørv frá sær.
Aldursforfólkið lýsir síðani Løgtingið at vera sett, og skal Løgtingið velja løgtingsformann og tríggjar næstformenn. Tað er frammanundan greitt, at Johan Dahl (B) verður løgtingsformaður.
Skráin fyri tingfundin er:
- Góðkenning av valbrøvum og valúrsliti
- Váttan eftir § 8 í stýrisskipanarlógini
- Val av løgtingsformanni og tilnevning av trimum næstformonnum
- Framløga av uppskoti um løgmansevni
Seinnapartin í morgin - klokkan 14 - skipar Løgmansskrivstovan síðani fyri almennari móttøku í Tinganesi í sambandi við, at nýtt landsstýri verður skipað.
Í nýggja landsstýrinum verða, sum áður fráboðað: Beinir Johannesen, løgmaður (A), Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum (A), Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum (A), Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum (B), Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum (B), Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum (C), og Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðarmálum (C).
Týsdagin verða móttøkur í ymsu stjórnarráðunum. Les meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald