Fríggjadagin 27. desember og mánadagin 30. desember verða aftur tingfundir. Tað veit Kringvarpið í dag.
Løgtingsformaðurin boðaði annars fyrr í ár frá, at tingið fór í jólafrí tann 20. desember, men soleiðis bleiv ikki. Tingið hevði drúgvan dag í tinginum leygardagin, og longu 27. desember er lív í aftur í tinghúsinum.
- Hoyvíkssáttmálin skal hava eina viðgerð afturat, veiðigjøld skal til aðru viðgerð fríggjadagin. Tað sum so er eftir, er triðja viðgerð av veiðigjøldunum umframt triðja viðgerð av fíggjarlógini, segði Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður við útvarpið í dag.
- Tað er ikki ofta at kemur fyri, at tingfundir millum jól og nýggjár. Men tað hevur verið onkuntíð fyrr. Serliga tá ein nýggj samgonga er komin, sum ikki hevur tikið við fyrr enn seint á heysti, segði Jógvan á Lakjuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald