”Loksins eri eg komin á mál”. Soleiðis skrivar Magni Laksafoss, tingmaður uttan flokk, nú hann fyrireikar seg til at verja sína PhD-ritgerð á Roskilde Universitet.
Verjan verður 10. mai klokkan 13 í auditoriinum í ”Hus 25.2” á Roskilde Universitet
Ritgerðin viðger føroyska búskapin og hvørji búskaparliga ástøði kunnu nýtast til at viðgera júst føroyska búskapin við, skrivar Magni Laksafoss sjálvur á Facebook um ritgerðina, og heldur fram:
”Vanliga vera búskaparfrøðingar lærdir upp við amerikanskum lærubókum og teorium, men hetta hevur nakrar avmarkingar við sær, tí føroyski og amerikanski búskapurin eru ógvuliga ólíkir, bæði í vavi og í innihaldi.
Tí hevur avbjóðingin verið at funnið fram til sereyðkennini við føroyska búskapinum og hvørji ástøði kunnu nýtast til hann”.
Í metingarnevndini sita: Bent Greve, professari, dr. scient adm á RUC, Lise Lyck, lektor (emeritus), cand. polit. á CBS og Hans Andrias Sølvará, dekanur, ph.d. á Fróðskaparsetri Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald