Innanlands

Tingsessurin hjá Kristini Michelsen í vanda

Dupultmandatið hjá borgarstjóranum á Tvøroyri skal endurskoðast, heldur meirilutin í býráðnum

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2018-09-02 22:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgtingssessurin hjá Kirstini Michelsen kann vera í vanda. Tað er greitt eftir fráboðanina hjá Javnaðarflokkinum á Tvøroyri í dag.

- Nú eru vit komin fram til, at dupultmandatið hjá borgarstjóranum á Tvøroyri skal endurskoðast. Sum vit hava víst á, so røkir borgarstjórin ikki sínar skyldur, sum hann skal sambært kommunustýrislógini.

- Listin av samtyktum, sum ikki blíva framdar, verður longri og longri og tað kunnu vit ikki góðtaka. Er tað tí, at hann ikki megnar at røkja tvey fulltíðarstørv, spyr meirilutin.

Tað ber einans til at sita í løgtingi og vera borgarstjóri um býráðið loyvir tí, og hendan støðan kann fara at broytast, sambært skrivinum hjá meirlutanum í dag.

- Borgarstjórin hevur dagligu leiðsluna av kommunalu fyrisitingini og hevur ábyrgdina av, at allar býráðssamtyktir verða avgreiddar; ikki vanligi býráðspolitikkarin, sigur meirilutin.

Les eisini: Eru ikki nøgd við Kristin Michelsen

Les eisini: Løgmaður bað Kristin Michelsen gera kommunulistan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder