Mentan

Titane – ‘body horror’ í Filmsfelagnum

Filmurin, sum Filmsfelagið vísir í næstu viku er kallaður “ársins villasti filmur”

2022-03-03 12:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Gylti Pálmavinnarin í Cannes í fjør var filmurin ”Titane”, sum franska Julia Ducournau (f.1983) gjørdi. Hennara sjangra er body horror, og longu í fyrsta filminum ”Raw” gjørdi hon vart við seg í Cannes og úti í heimi annars. Tann søgan var um ein vegetar, ið fekk smakk fyri kjøti.

Við nýggjasta Cannesvinnaranum, ”Titane”, vísir Ducournau okkum aftur inn í eitt skakandi umhvørvi.

Sum í eini nøtrisøgu, hoyra vit fyrst um eina røð av óloystum brotsgerðum, og at ein faðir finnur sonin, sum hevur verið horvin í tíggju ár.

Men filmurin ”Titane” er um Alexiu, ið er dansari.

Hon hevur stríðst við barndómstrauma, og er ikki á nakran hátt ein kvinna av tí vanliga slagnum, tú til gernadis møtir á gøtuni.

Umframt eggjandi dans við eldmálaðum bilum, drepur Alexia tilvildarlig fólk, hon møtir á gøtuni um náttina.

Tað er avbjóðandi grundstøðið, premissurin, sum Julia byggir villa body horror filmin um Alexiu á. Tó er hetta ikki ein hópdrápsfilmur við kvinnuligum høvuðsleikluti og motivi. Tvørturímóti.

Filmiski søgustílurin hjá Juliu Ducournau er, at vit ongantíð kunnu gita, í hvørja ætt hon vil snara hesa sjáldsama stóru og hugtakandi søgu, sum danska avísin Børsen kallaði ársins villasti filmur.

Danska Medieraadet setir 15 ára aldursmark á filmin ”Titane”.

[object Object]

9. mars kl. 20: Titane (Julia Ducournau, Frakland/Belgia, 2021 109 min) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder