Dreymurin um at fáa eina matstovu á topp 50 í heiminum gjørdist ikki til nakað í dag. Tey mest bjartskygdu høvdu vónað, men fægstu tordu rættiliga at trúgva tí. Og Koks kom heldur ikki millum tær 50 bestu, tá The World’s 50 best Restaurants vórðu kunngjørdar í Singapore fyri løtu síðani.
Heimsins besta matstova nú er Mirazur í Menton í Fraklandi, niðri við Miðjarðarhavið heilt yvir móti italska markinum. Mirazur var nummar 3 seinast. Kokkurin, Mauro Colagreco, kemur úr Argentina og rekur matstovuna saman við brasilsku konu síni, og flestu av starvsfólkunum koma úr Italia.
Frøi á Noma yvir aftur at vera millum heimsins bestu. Eigarin René Redzepi var ikki sjálvur til staðar í Singapore
Avdúkingin av teimum 50 bestu matstovunum gjørdist ein stórur heiður fyri Keypmannahavn, sum staður fyri góðum mati.
Noma, sum fyrr hevur verið kosin heimsins besta, liggur nú nummar tvey á listanum eftir at hava verið úti í nøkur ár, orsaka av at matstovan er flutt og hevur verið stongd í eitt langt tíðarskeið.
Og mín sann, um ikki ein onnur keypmannahavnsk matstova eisini kom inn á topp 5 listan, nevniliga Geranium, sum var nummar 19 seinast.
Triðbesta norðurlendska matstova er Frantzén í Stockholm, sum eisini er flutt og hevur verið av listanum, og nú er nummar 21 í heiminum.
Mirazur in Menton, #France is named The World’s Best Restaurant 2019, sponsored by S.Pellegrino & Acqua Panna! #Worlds50Best @maurocolagreco @SanPellegrino pic.twitter.com/mEtJJLtbyY
— The World's 50 Best (@TheWorlds50Best) 25. juni 2019
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald