
Um átta-tíðina týsmorgunin fann løgreglan ein mann, sum leitað hevði verið eftir alla náttina, í øllum góðum.
Hetta var rásini millum Slættanes og Oyrargjógv.
Persónurin var eftir nátaveiðu við Slættanes farin til gongu móti Sandavági. Maðurin var staðkendur í haganum millum Slættanes og Sandavág.
- Sást nóg illa ein metur fram fyri mjørka
Fyrrapartin í dag, mikudagin, hevur løgreglan nágreina, hvat gekk fyri seg í sambandi við leitingina í Vágum, og hvørjar umstøður vóru.
Ein stórur trupulleiki hjá manninum, sum fór til til gongu - og harvið eisini hjá teimum sum leitaðu - var, at tað legðist so nógvur mjørki út móti kvøldið í gjár.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur útfra rapportini, at hundar og førarar vórðu førdir út á Slættanes við báti. Men tá teir byrjaðu at ganga var so greytatjúkt.
- Um maðurin hevði verið tveir metrar frá, so hevði man ikki sæð hann fyri mjørka.
Tað lætnaði síðani í erva, og so kundu løgreglumenn førast til Slættanes við tyrlu. Farið varð síðani eftir einari slóð til Vatnsoyrar.
Funnin í øllum góðum millum nær Oyragjógv
Út móti morgni týsdagin lætnaði meira í mun til mjørkan. Tyrlan, við løgreglufólki umborð, leitaði.
Tað vóru tó fólk á bjargingarskipnum Tjaldrinum, sum fyrst sóu persónin. Hetta var yvir sjóvarmálanum á veg móti Oyrargjógv.
Vaktleiðarin greiðir frá, at maðurin hevði gjørt tað rætta í støðuni: Hann hevði sett seg niður at bíða til hann kendi seg aftur.
Síðani var persónurin farin longur oman og til gongu móti Oyragjógv. Har varð hann sæddur.
Um støðuna hjá manninum, sigur løgreglan, at hann tíbetur var væl ílatin. Hann var annars kaldur - tó væl fyri eftir umstøðunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald