Innanlands

Tjarnargarður og Margarinfabrikkin ársins átak í Tórshavnar kommunu

Hvønn týsdag fara børn úr Margarinfabrikkini niðan á Tjarnargarð, har børn og húsfólk á Tjarnargarði hugna sær saman. Samstarvið byggir brýr millum ættarlið, har børn og eldri fáa gleði, sigur dómsnevndin

Til sangløtuna á Tjarnargarði í gjár (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Til sangløtuna á Tjarnargarði í gjár (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2019-12-18 08:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á hvørjum ári velur Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu ársins átak. Kravið fyri átakið er, at tað brýtur frá vanliga dagligdegnum, er serligt og skal gagna borgarum, sum fáa tænastu frá Heilsu- og umsorganartænastuni.

Ein dómsnevnd hevur í ári valt at heiðra Lava- og Luddalon á Tjarnargarði og Margarinfabrikkina fyri at hava tikið stig til samstarv, har børn og eldri koma saman
hvønn týsdag. Børn úr Margarinfabrikkini fara niðan á Tjarnargarð, har børn og húsfólk hugna sær saman við millum annaå sangi og borðspølum. Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.

Dómsnevndin sigur í grundgeving sínari, at Tjarnargarður og Margarinfabrikkin fáa heiðurin fyri at hava tikið stig til samstarv, sum byggir brýr millum ættarlið, har bæði børn og eldri fáa gleði av samveruni og upplivingunum. Tað hevur eisini eitt námfrøðiligt virði.
 

Eyðfríð L. Jacobsen, Heilsu- og umsorganarstjóri, handaði undir tiltakinum í gjár deildarleiðaranum á Tjarnargarði og leiðaranum á Margarinfabrikkini skreytblað og gávu.
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder