
Seks húsfólk og seks starvsfólk á demesdeildini á røktarheiminum Tjarnargarði í Havn eru blivin testað positiv við koronu.
Tað visti útvarpið at siga í kvøld.
Eyðfríð L. Jacobsen, heilsu og umsorganastjóra í Tórshavnar kommuna sigur, at tað veit væl við hjá øllum. Eingin av teimum er sjúkur í løtuni, og tey eru eftir umstøðunum væl fyri.
Tað var leygardagin, at fyrsta húsfólkið bleiv positivt, og beinanvegin vórðu tiltøk sett í verk, og koronukanningar eru gjørdar í fleiri umførum. Mánadagin og í gjár vóru fleiri testað positiv, og talið er nú komið upp á seks starvsfólk og seks húsfólk.
Á Tjarnargarði hava tey skipað seg í tvær lonir. Ein, har tey sum eru smittað halda til, meðan hini halda til á aðrari lon.
Tey eru nú í holt við at skaffa fleiri starvsfólk fyri at klára at leggja tímatalvuna, upplýsir Eyðfríð L. Jacobsen fyri útvarpinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald