Uttanlands

Tjóðartingsval verður í Sýria 5. oktober

Hetta verður fyrsta val í Sýria, síðan Bashar al-Assad varð koyrdur frá sum forseti í desember 2024

Ahmed al-Sharaa, virkandi forseti í Sýria (Mynd: EPA)

Ahmed al-Sharaa, virkandi forseti í Sýria (Mynd: EPA)

2025-09-22 21:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

5. oktober verður tjóðartingsval í Sýria, upplýsir sýriska valnevndin sambært Ritzau.

Hetta verður fyrsta val í Sýria, síðan Bashar al-Assad varð koyrdur frá sum forseti í desember 2024 av uppreistrarbólkinum Hayat Tahrir al-Sham (HTS), og HTS-leiðarin, Ahmed al-Sharaa varð settur sum fyribils forseti eftir Assad.

Tað eru 210 sessir í sýriska tjóðartinginum, og ein triðingur av tjóðartingslimunum verða útnevndir beinleiðis av forsetanum uttan val.

Nýggja stjórnin hevur áður lovað, at tað verður breið umboðan í tjóðartinginum. Eisini hevur forsetin boðað frá, at útlendskir eygleiðarar fáa loyvi at eygleiða valnevndirnar, sum hava eftirlit við atkvøðugreiðsluni.

Síðst í juli varð annars boðað frá, at valið skuldi vera í september.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder