Mentan

Tjóðhild Patursson letur nýtt matstað upp í Norðurlandahúsinum

Dentur verður lagdur á, at nýggja matstaðið skal vera fólksligt. Latið verður upp í Norðurlandahúsinum leygardagin

Tjóðhild Patursson

Tjóðhild Patursson

2025-04-15 21:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað verður nú Tjóðhild Patursson, sum fer at reka matstaðið í Norðurlandahúsið. Hetta verður latið upp leygardagin 19. apríl sum eitt "støkkupp" matstað.

Hesum boðar Norðurlandahúsið frá á heimasíðu sínari.

- Dentur verður lagdur á at vera eitt fólksligt matstað, har nógv fólk kunnu savnast um mat. Fyri hvønn dag verður ein fastur rættur á middegi, umframt at tey borðreiða við morgunmati, tvíflísum, køkum og kaffi.

Tita letur upp nú leygardagin 19. apríl klokkan 10, tá ein páskamorgunmatur verður á skránni, umframt at børn kunnu lita kókaði egg til páskaegg.

Umframt til tiltøk í Norðurlandahúsinum, verður opið allar vanligar dagar.

Tjóðhild Patursson hevur eisini hevur matstaðið Ástaklokkan á Reyni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder