Stóri taparin í veljarakanningini sum Portalurin og Blaðið Vikuskifti kunngjørdu í morgun, er framvegis flokkurin hjá løgmanni, Javnaðarflokkurin, sum stendur til at fáa 19,6 prosent av atkvøðunum, sum er ein afturgongd á 6,9 prosentstig í mun til valið fyri tveimum árum síðani.
Í seinastu veljarakanning kvinkaði Javnaðarflokkurin seg upp um 20 prosent, men fellur nú aftur niður á 19,4 hesaferð. Harvið stendur Javnaðarflokkurin til at missa tveir tingsessir og fáa 7 fólk vald á ting.
Tjóðveldisflokkurin, sum var heilt niðri á fýra tingfólkum í veljarakanningini í september, tykist hava stabilisera seg aftur. Kanska eitt tekin um, at tað hevur gagnað flokkinum at fáa nýtt forfólk.
Tjóðveldi fær nú 17,1 prosent av atkvøðunum – tað er ein afturgongd á “bert” 0,6 prosentstig, og flokkurin varðveitir síni seks umboð á tingi.
Hjá teimum smáu flokkunum stendur ikki so væl til.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald