Føroyski fólkatingslimurin Magni Arge úr Tjóðveldi og Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, kjakaðust á P1-útvarpsstøðini hjá Danmarks Radio í morgun.
Og her legði tjóðveldismaðurin upp til, at tað ikki er óhugsandi at hann kann stuðla eini borgarligari stjórn eftir komandi fólkatingsval.
- Tjóðveldi er til reiðar at stuðla teirri stjórn, sum vil lata Føroyum suveritet í uttanríkispolitikki og handilspolitikki, segði Magni Arge, og mælti til somu skipan millum Føroyar og Danmark, sum Ísland fekk í 1918.
Lars Løkke Rasmussen viðgekk, at tvístøður kunnu taka seg upp millum Føroyar og Danmark, tí Danmark er í ES, og Føroyar eru uttanfyri. Løkke nevndi makrelstríðið sum dømi um eina tílíka tvístøðu.
Magni Arge gjørdi greitt, at Tjóðveldi leggur seg ikki út í intern donsk viðurskifti, men røkir føroysk áhugamál á fólkatingi – saman við teimum, sum vilja førka Føroyar ímóti stjórnarskipanarligari sjálvstøðu.
- Vit gjalda 93 prosent av okkara egnu vælferð í Føroyum, og tað gevur onga meining, at vit skulu liva undir eini avoldaðari heimastýrislóg og deponera okkara uttanríkispolitiska og handilspolitiska virksføri í Danmark og ES, segði hann.
Við hesum orðum sýtti Magni eisini at svara spurninginum um hvønn av møguligu forsætisráðharrunum eftir eitt val, tí núverandi ella Mette Frederiksen hjá sosialdemokratunum, hann fer at stuðla eftir komandi val.
Eitt fólkatingsval liggur nærri enn eitt løgtingsval, tí í Danmark skal vera val innan 18. juni. Men heldur ikki í dag vildi Lars Løkke Rasmussen avdúka nær roknast kann við at hann útskrivar val.
Hann hevur júst kunngjørt eina nýskipan innan heilsuøkið, sum millum annað inniber, at núverandi fólkavaldu rediónsráðini verða niðurløgd. Henda nýskipan skal fáast upp á pláss innan fólkatingsval verður útskrivað.
Sendingin Slotsholmen á P1 hoyrist her. Samrøðan við Magna Arge byrjar umleið 35 minuttir inni í sendingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald