Innanlands

Tjóðveldi vil halda fram á sama hátt á fólkatingi

Sjálvsavgerðarrætturin var týdningarmesta málið á tíðindafundi hjá Tjóðveldi, sum hevur ein lista við tólv valevnum

Høgni Hoydal leggur fram á tíðindafundi hjá Tjóðveldi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Høgni Hoydal leggur fram á tíðindafundi hjá Tjóðveldi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-05-20 12:19 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Nær, um ikki nú? Hvør, um ikki vit? 

Tað er yvirskriftin á valskránni hjá Tjóðveldi, sum fer á fólkatingsval við einum boðskapi um fullveldi. Flokkurin boðaði frá, at løgtingsvalið og fólkatingsvalið er samantvinna fyri Tjóðveldi, sum ætlar sær á løgtingsval við einum máli um at taka síðstu stigini á fullveldisleið. Fólkatingsumboðið skal á sama hátt arbeiða á fólkatingi, fyri at fremja mál um eitt nú sjálvsavgerðarrætt og hjálpa til at flyta málsøkir úr Danmark til Føroyar. 

Tíðindafundurin byrjaði við, at Høgni Hoydal legði valskránna fram. Eftir tað hevði Magni Arge framløgu um arbeiðið á fólkatingi seinasta valskeiðið, áðrenn Katrin Kallsberg at enda legði fram um, hvussu var at stilla upp til fólkatingsval fyrstu ferð. 

[object Object]
Tey flestu á listanum hjá Tjóðveldi umboða longu flokkin í ymiskum sessum

Valskráin er í stóran mun eitt framhald av tí, sum flokkurin hevur arbeitt fyri á Fólkatingi seinastu árini. Umframt sjálvsavgerðarrætt, vórðu uttanríkispolitikkur og heimsmálini nevnd, sum mál, ið flokkurin fer at arbeiða fyri. Boðað var eisini frá, at fólkatingssessurin ikki fer at verða nýttur at biðja um stuðul úr ríkiskassanum til føroyskar verkætlanir. 

Tólv valevni - onki høvuðsvalevni 
Tað eru tólv valevnir á listanum hjá Tjóðveldi til Fólkatingsvalið. Burturfrá løgtings-, landsstýris- og fólkatingsumboðunum hjá flokkinum, eru tvey nýggj valevnir á listanum. Tey eru Hervør Pálsdóttir og Pól Esper Hansen. 

Høgni Hoydal boðaði frá, at flokkurin framvegis hevur ta áskoðan, at bert ein sessur skal røkjast í senn. Tað vil siga, at møgulleiki verður at sita í bæði løgtinginum og á fólkatingi, men at tað bert verður í einum sessi somu tíð. 

Listin hjá Tjóðveldi er hesin: 

Óluva Klettskarð, 

Annita á Fríðriksmørk, 

Magni Arge, 

Kristina Háfoss, 

Bjørt Samuelsen, 

Ingolf Sólheim Olsen, 

Hervør Pálsdóttir, 

Pól Esper Hansen, 

Pauli Trond Petersen,

Sirið Stenberg,

Høgni Hoydal,

Katrin Kallsberg, 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder