Sonja Jógvansdóttir hevur meldað seg inn í Eysturoyar Tjóðveldisfelag, men hon sleppur ikki upp í tingbólkin hjá Tjóðveldi.
Tað vita fleiri miðlar í dag. Millum annað keldur hjá útvarpinum og keldur hjá FM1.
Tingbólkurin hevur havt fund um málið í dag, og úrslitið var, at hon ikki sleppur upp í. Annita á Fríðriksmørk, tingbólkaforkvinna vil einki siga um málið, sigur útvarpið.
Sonja Jógvansdóttir var vald á ting fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið í 2015 við næstflest atkvøðum á listanum. Hon fekk 1.021 persónligar atkvøður. Bara Aksel V. Johannesen fekk meira, 2.405 persónligar atkvøður. Stutt eftir at samgonga varð skipað meldaði hon seg úr Javnaðarflokkinum og hevur verið uttanflokka síðani.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald