Hvørt ár skipa KFUK fyri jólaaftanshaldi. Tiltakið er ætla teimum, ið sita einsamøll jólaaftan. Louisa Niclasen stendur fyri tiltakinum fyri KFUK, og hon sigur at tað eru fólk í øllum aldri, sum hava teknað seg at halda jól í KFUK.
- Tað eru serliga tilkomin fólk, men eisini nøkur yngri. Eg haldi at fólk eru úr 30 til nøkur 80 ár hesaferð, greiðir Louisa frá. Hon sigur at húsið er opið frá klokkan 16.30 og at farið verður til borðs klokkan 18.00.
- Vit plaga at halda okkum til at eta dunnu klokkan 18.00. Vit skulu heinta trý fólk, sum ikki eru gongufør, sigur fyrireikarin, sum júst hevur gjørt rísingreyt, sum skal brúkast til rísalamande.
Lousia greiðir frá, at tað verður eisini dansað um jólatræðið, um fólk hava hug til tað. Og hon sigur, at fólk fáa eisini pakkar. Tað er KFUK stendur fyri øllum útreiðslum, og fyrireikarin sigur, at hon hevur fingið stuðul frá ymiskum limum.
Klokkan 21.00 kemur løgmaður á gátt. Lousia sigur, at hann vanliga sigur nøkur orð og fær ein kaffimunn.
- Hann hevur boðað frá, at hann kemur klokkan 21.00, sigur Lousia Niclasen at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald