Tað var hátíðardámur á kvøldskúlanum fyrrapartin, tá ið 20 næmingar úr Ukraina fingu handað prógv frá Jógvani Sørin Hansen, leiðara á Tórshavnar Kvøldskúla. Tey hava lokið undanskeið í føroyskum sum annaðmál.
Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari seinnapartin.
Nógvir ukrainar eru komnir til landið, sum avleiðing av krígsstøðuni í heimlandinum. Tað hevur verið lagdir dentur á, at tað skal vera góður møguleiki hjá teimum at læra føroyskt. Hetta er umráðandi partur av integratiónini.
Ein sonevndur móttøkuflokkur hevur havt undirvísingina síðani februar 2023. Undirvíst hevur verið tíggjar dagar um vikuna, og næmingarnir hava staðið seg avbera væl, sigur Heidi Vinther, sum hevur verið undirvísari og er ógvuliga errin av næmingunum. Aftrat sær hevur hon havt Slavu Turchynets, sum hevur virkað sum tulkur.
- Umframt sjálva undirvísingina hevur nógv verið gjørt burtur úr at skapa góðan trivnað og felagsskap. Næmingarnir hava hugnað sær óført, og við hátíðarløtuna fyrrapartin varð ein filmur sýndur, sum tey hava gjørt, ið vísir tíðarskeiðið frá februar til nú og tað stóra virksemið, sum hevur verið. Eisini sungu tey ein sang - á føroyskum.
Móttøkuflokkurin er fyrsta stigið á leiðini hjá næmingunum úr Ukraina at læra føroyskt. Næsta stigið, um næmingarnir ynskja tað, er at tekna seg til vanligu undirvísingina í føroyskum sum annaðmál. Tann tilmeldingin byrjar í august.
Næmingarnir syngja á føroyskum (Mynd:torshavn.fo)
Heidi Vinther hevur verið undirvísari og er ógvuliga errin av næmingunum. Aftrat sær hevur hon havt Slavu Turchynets, sum hevur virkað sum tulkur.(Mynd: torshavn.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald