Ein borgarstjóri myndar kommununa, og skal halda góðan fyrisitingarsið, eisini tá samskiftið fer fram á sosialum miðlum.
Hesa áheitan hevur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu fingið frá Løgtingsins Umboðsmanni, sum hevur viðgjørt umrøðuna, sum borgarstjórin hevur havt av ávísum borgarum í almenna rúminum.
Tað er felagið Heimafriður, sum hevur sent umboðsmanninum kæru um Runavíkar kommunu. Bæði at kommunan ikki hevur ønt felagnum aftur, og at ein umbøn um innlit ikki er givin. Men eisini orðingar hjá borgarstjóranum eru tiknar fram í viðgerðini av hesi kæruni.
Løgtingsins umboðsmaður, Sólja í Ólavsstovu, hevur ikki sjálv viðgjørt hetta málið, tí hon metti seg ógegniga. Formansskapurin í Løgtinginum heitti tí á Jan Sjóstein, fyrisitingarstjóra í Almannaverkinum um at vera setiumboðsmaður í hesum máli.
Í niðurstøðu síni heldur Jan Sjóstein, at kommunan hevur brúkt niðrandi málbrúk um klagara og at ”... farið verður út um mark fyri, hvussu ein myndugleiki eigur at málbera seg sambært góðum fyrisitingarsiði. Serliga er tað niðrandi, at kommunan kallar klagarar fyri kverulantar, ið hava tað til eitt slag av dagdvølju at órógva eina umsiting”.
”Tað sømir seg heldur ikki borgarstjóranum, at seta fram ógrundaðar útsagnir um ein nevndarlim í felagnum Heimafriður, at leggja fólk undir ikki at duga fólkaskikk og at seta fram gitingar um samansvørjingar millum klagara og KVF í einum almennum facebook uppslagi. Eg haldi sostatt, at uppslagið hjá borgarstjóranum frá 2. oktober 2019 er ikki í tráð við, hvussu ein fyrisitingarmyndugleiki eigur at samskifta á sosialum miðlum”, skrivar setiumboðsmaðurin í avgerðini.
Orðingin frá Runavíkar kommunu, sum umboðsmaðurin sipar til var henda, ið varð send umboðsmannastovninum í einum svari:
"Tað kann vera, at tað onkuntíð er ein bági, at skip liggja við bryggju, men tá ið fleiri teldupostar koma sama dag frá sama fólki, og grannarnir hjá viðkomandi ikki vera órógvaðir, tá byrjar tað at líkjast “spamming” ella knarri, og umsitingin í einari kommunu og á eini havnarskrivstovu hava úr at gera frammanundan, tá má, so segði danski umboðsmaðurin, á einum fund í Nóatúni fyri nakað nógvum árum síðani, ein grovsortering gerast. Tað ber ikki einari kommunu til at samskifta upp í saman í dagar, vikur og ár, við “kverulantar” sum hava tað til eitt slag av dagdvølju at órógva eina umsiting".
Um hetta heldur umboðsmaðurin:
"Uttan mun til um henda útsøgn er ætlað felagnum Heimafriði ella einstøkum borgarum, haldi eg, at útsagnirnar hjá Runavíkar kommunu eru ógrundaðar, bera brá av vantandi virðing fyri klagaranum, og at kommunan ikki tekur trupulleikan í nóg stórum álvara."
Viðvíkjandi vantandi innliti hevur Runavíkar kommuna yvir fyri umboðsmanninum viðgingið, at talan er um eitt mistak. Umboðsmaðurin gevur tí umsitingini eina átalu fyri handfaringina av hesum máli og biður kommununa um at avgreiða innlitsumboðanina sum skjótast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald