Seinastu tvey fríggjakvøldini hevur X Factor verið víst á stórskíggja í B68-húsinum á Svangaskarði, og aftur í kvøld eru fólk vælkomin at hyggja.
Orsøkin er sjálvsagt, at bygdamaðurin Kári Fossdalsá ímóti øllum oddsum framvegis er við í X Factor, og í kvøld er hann klárur tá finalan fer í gongd klokkan 19.
B68 sigur, at tað seinasta fríggjakvøld vóru upp ímóti 200 fólk sum hugdu.
Byrjað verður klokkan 18:30 við pitsa, og aftaná verður poppkorn, saft, kaka og kaffi restina av kvøldinum.
Ikki færri enn tveir av trimum finalistum eru í ár føroyingar. Umframt Kára Fossdalsá er Tina Mellemgaard úr Havn eisini í finaluni.
X Factor verður víst á TV2 klokkan 19 føroyska tíð. Á heimasíðuni hjá Kringvarpinum ber eisini til at stroyma X Factor frá klokkan 19, og eftir Dagur og viku, sendir sjónvarpið beinleiðis frá sendingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald