- Tað hevur verið ógvuliga trupult at fáa hendan almenna stovnin í tal.
Tað segði Fía Petersen, dagligur leiðari á Javna um Sernám við Portalin í gjár. Javni hevur funnist at, at Sernám í sambandi við umskipanir á stovninum, ikki fer at bjóða viðger eftir sokallaða Karlstadsmodellinum, sum eitt nú limir hjá Javna hava luttikið í.
Men í skrivi hjá Javna um sama mál 19. apríl, verður eisini heitt á Sernám, um at hava størri gjøgnumskygni í sínum arbeiði.
- Vit heita somuleiðis á leiðsluna á Sernámi um at hava eitt størri gjøgnumskygni í sínum arbeiði enn higartil, vísa størri opinleika, og at tey taka tey við uppá ráð, ið stovnurin skal vera har fyri.
Tók 14 mánaðir at fáa fund
Margreth Olsen bleiv settur sum stjóri á Sernámi 1. desembur í 2017. Fía Petersen sigur, at tá Javni umboðar felagsskap, sum hevur fleiri limir, ið fáa tilboð frá Sernámi, bóðu tey um fund beinavegin.
- Vit bóðu um fund í februar 2018. Tað var sum so onki á skrá til fundin, bara at hittast og líkasum byrja samstarvið, sigur Fía Petersen. Hon sigur, at tey fingu boð um, at umskipanarætlanir fóru at koma á Sernámi, og at tey fingu fundarboð tá. Men fundur var ikki við Sernám fyrr enn í apríl í 2019.
Fía Petersen er dagligur leiðari á Javna. (Savnsmynd)
- Vit vóru á fundi í síðstu viku, sigur Fía Petersen. Á fundinum vórðu umskipanirnar hjá Sernámi lagdar fram, men fyri Fía Petersen og Javni hildu lítið um ætlanirnar.
- Tað tykist sum har ikki er nøkur visjón fyri eitt nú okkara limum, sum hava brúk fyri sertilboðum, segði Fía Petersen, sum eisini vísur á, at tey ikki eru hoyrd í málinum, eins og limir teirra einans hava fingið at vita, at tey missa tilboðið við Karlstadsmodellinum.
Portalurin hevur verið í sambandi við Sernám umvegis teldupost í gjár og í dag, men vit hava ikki fingið nakað svar enn. Vit hava eisini vent okkum til stovnin umvegis telefon í dag, men tað bar ikki til at fáa viðmerking frá Margreth Olsen, stjóra á Sernám.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald