Ein maður fyrst í 20’unum verður nú skuldsettur fyri drápsroynd, eftir at hann royndi at kvala eina kvinnu.
Maðurin, sum sjálvur er innlagdur á psykiatrisku deildini, gekk túr saman við einum av starvsfólkunum við Sandá leygardagin seinnapartin.
Heri Andreasen, leiðari á kriminaldeilini, sigur við Kringvarpið, at patienturin leyp á starvsfólkið og tók kvørkratak. Hon fekk tó sjálv boðað frá álopinum og løgreglan og sjúkrabilur kom á staðið. Fleiri vitni vóru til hendingina.
Løgreglan kannar nú málið og maðurin verður skuldsettur fyri drápsroynd. Starvsfólkið, sum varð álopið, varð innløgd eftir álopið. Maðurin er nú varðhaldsfongslaður á lukkaðu deildini á psykiatrisku deildini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald