Uttanlands

Tokvanlukka í Danmark: Støðan ikki longur hættislig

Førarin av tokinum og landbúnaðarakfarinum, sum endaðu í einari tokvanlukku 15. august eru ikki longur í lívsvanda, upplýsir løgreglan

(Mynd: EPA / Bo Amstrup)

(Mynd: EPA / Bo Amstrup)

2025-08-25 15:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Førarin av tokinum og landbúnaðarakfarinum, sum vórðu álvarsliga løstaðir í einari tokvanlukku í Suðurjútlandi í Danmark 15. august, men nú er støðan ikki hættislig longur.

Tað sigur løgreglan í økinum sambært Ritzau.

Ein 60 ára gomul kvinna lat lív í vanlukkuni, og trý onnur vórðu eisini álvarsliga løstað. 22 onnur fingu smærri skaðar í vanlukkuni.

Fyrstu vikuna eftir vanlukkuna var eingn tokferðsla á strekkinum millum Tinglev og Kliplev, men fríggjadagin varð tokferðslan tikin uppaftur. Tó er avgerð tikin um, at tokini skulu koyra við niðursettari ferð í økinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder