1. januar 2019 eru 70 ár, síðan tolleftirlitið varð sett á stovn sum serlig deild undir Føroya Gjaldstovu. Endamálið var tá sum nú at ansa eftir, at vøra ikki varð innflutt uttan um landskassan og at fyribyrgja, at ólóglig vøra kom til landið.
Beinanvegin vórðu tollarar settir á størru plássunum kring landið. Tveir í Havn, ein í Klaksvík og tveir í Suðuroy. Longu 1. apríl sama ár vórðu tveir tollarar settir afturat í Havn. Á minni plássunum røktu sýslumenninir uppgávuna, inntil tollarar seinri vórðu settir.
Frá Gjaldstovu til TAKS
1. mai 1987 flytur tollurin frá Føroya Gjaldstovu í annan nýggjan stovn, sum fær navnið Føroya Tollstova. Tá ið meirvirðisgjaldið kom í 1992, varð mett skilabest at leggja Føroya Tollstovu og Líkningarráð Føroya saman í ein stovn, sum fekk navnið Toll- og Skattstova Føroya. Í 2008 verður navnið broytt til TAKS, soleiðis sum vit kenna tað í dag.
Tollavgreiðslurnar eru fækkaðar nógv kring landið hesi árini, og síðan 2009 hevur tollavgreiðsla bara verið í Havn. Leingi var hon úti á kaiini við Havnarskrivstovuna, men er nú flutt til kundatænastuna hjá TAKS á Skálatrøð.
Broytingarnar eru komnar natúrliga, so hvørt sum samferðslukervið er útbygt. Nú slepst lættari ímillum, og tí er ikki neyðugt longur at hava tollarar staðsettar kring landið.
Mangan ótespiligt at koma umborð á skipini
Leingi var høvuðsuppgávan hjá tolleftirlitinum at avgreiða og hava eftirlit við skipum, antin tað vóru farmaskip ella fiskiskip. Serliga útlendsku fiskiskipini, sum komu eftir vatni og salti ávegis til fiskarí ella bara at kroka, kravdu nakað av eftirlitinum. Tey vóru nógv í tali og royndu undir Føroyum, Íslandi, Grønlandi og New Foundlandi. Tey vóru leingi burtur og høvdu tí við sær nógvan proviant og ikki minni av sigarettum, tubbaki og brennivíni, serliga týsku, sponsku og portugisisku trolararnir, sum komu at bunkra. Tað var mangan ótespiligt at koma umborð, fleiri av manningini vóru ávirkaðir av rúsdrekka, og respektin fyri skipara og myndugleikum var ikki tann rætta.
Ofta hevði manningin fingið alt bonnið beinanvegin heimanífrá, og var standurin har eftir. Uppgávan hjá tollarunum var so at fáa skil á tí, sum eftir var, og at fáa tað undir lás, so tað ikki bleiv selt. Ofta varð nógv av bæði brennivíni og sigarettum konfiskerað, og bøtur givnar. Sama skilið var við útlendskum saltdamparum og farmaskipum, sum komu hendavegin við farmi. Ofta máttu tey rannsakast væl, tí fleiri av teimum høvdu gjørt seg út til at selja rúsdrekka. Russisk skip, sum komu henda vegin til umvælingar, hildu seg ikki aftur í so máta heldur.
Tá fiskimørkini broyttust millum londini, og møguleikarnir at fiska minkaðu, helt hetta nærum uppat; men eru fiskiskipini færri, so eru eru farmaskipini og ferðafólkaskipini hinvegin økt á nærum hvørjum ári.
Rúsdrekkalógin broytti nógv til tað betra
Tað kundi vera nógv brennivín, sum tolleftirlitið konfiskeraði árini fram til 1992, tá nýggja rúsdrekkalógin kom í gildi. Tá broyttist nógv til tað betra, og tað helt nærum uppat, at fólk gekk umborð á skip at keypa brennivín. Nú er skilið á flestøllum skipum nógv betri, og fleiri loyva slettis ikki brennivíni umborð yvirhøvur, eina mest av trygdarávum, men eftirlit má til kortini.
Arbeiðið hjá tollarunum er eisini vorðið nógv øðrvísi. Nú er fleiri umsitingaruppgávur, m.a. eftirlit við framleiðsluavgjøldum, skrásetingar av innflutningi og útflutningi, rættingar í skráum og ráðgeving til vinnuna um tollviðurskifti. Nógv er eisini at gera við eftirlit av ferðafólkaflutninginum.
Tolleftirlitið í dag
Ein stór broyting í tollinum var fyrst í 90’unum, tá ið farið varð frá manuellari til automatiska tolling og skráseting. Gjørdar vóru edv-skipanir, so at flutningsfeløg sjálv kundu skráseta farmin og tolla fyri kundarnar beinleiðis í skipanina hjá TAKS. Sama elektroniska møguleika hevur innflytarin fingið til at tolla og gjalda sendingar. Tað hevur lætt nógv um.
Fram til 1983 vóru hølisviðurskiftini og arbeiðsumstøðurnar hjá tolleftirlitinum í Havn vánaligar, serliga til at gera ferðafólkaeftirlit í. Alt varð gjørt umborð á skipunum, tí eingi høli vóru í landi, og tað var alt annað enn nøktandi. Á bildekkinum var heldur ikki vandaleyst, tað var trongligt millum bilarnar og illa arbeiðandi fyri larmi og bilosi. Farið varð undir at betra hesi viðurskiftini, og í 1985 varð øll tollavgreiðsla gjørd í landi. Seinri í 1992 kundi tolleftirlitið í Havn flyta inn í nýggj avgreiðsluhølir, har tolleftirlitið nú er. Umenn arbeiðsumstøðurnar ikki eru heilt góðar enn, so eru tær vorðnar betri, bæði á Farstøðini í Havn og á flogvøllinum í Vágum, eisini við góðari og nútímans útgerð og amboðum.
Av heimasíðuni hjá Taks
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald