Uttanlands

Tollurin galdandi frá 1. august

Tollgjøldini, sum vórðu fráboðað í apríl og síðani útsett, koma í gildi 1. august, sigur amerikanski handilsmálaráðharrin

Amerikanski forsetin, Donald Trump kunngjørdi tollin á tíðindafundi í apríl (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump kunngjørdi tollin á tíðindafundi í apríl (Mynd: EPA)

2025-07-07 08:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í apríl boðaði amerikanski forsetin, Donald Trump frá, at ein grundtollur á 10 prosent varð settur á innfluttar vørur úr nærum øllum londum, og at ein hægri tollur á upp til 50 prosent fór at verða settur á vørur úr ávísum londum. Hesin hægri tollurin varð síðani útsettur í 90 dagar, til 9. juli, men eftir øllum at døma er hesin tollurin nú útsettur í tríggjar vikur afturat.

Amerikanski handilsmálaráðharrin, Howard Lutnick sigur, sambært Ritzau, at tollurin kemur í gildi 1. august, og at Trump í løtuni er í ferð við at taka avgerð um tollgjøldini og gera avtalur.

USA hevur í løtuni handilssamráðingar við fleiri lond, og hevur landið m.a. fingið eina avtalu í lag við Vjetnam, Stórabretland og Kina. Eisini hevur amerikanski forsetin boðað frá, at fleiri lond fáa bræv um hægri toll í næstum. Brøvini eru undirskrivað og verða eftir ætlan send í dag, segði Trump herfyri.

Amerikanski fíggjarmálaráðharrin, Scott Bessent sigur við CNN, at kunnað verður um fleiri stórar handilsavtalur komandi dagarnar. Eisini sigur hann, at ES hevur gjørt góð framstig í teirra samráðingum við USA.

Umsitingin hjá Trump savnar seg um 18 týðandi handilsfelagar, sum standa fyri tilsamans 95 prosent av handilsundirskotinum hjá USA. 100 minni lond, sum USA ikki hevur nógvan samhandil við, fáa brøv um toll, sum varð ásettur 2. apríl, sigur fíggjarmálaráðharrin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder