Mentan

Tólv listafólk undir sama taki

Hósdagin letur stóra listaframsýningin “Tey 12” upp í Müllers pakkhúsi

Zakarias Heinesen - eitt av listafólkunum, sum eru við

Zakarias Heinesen - eitt av listafólkunum, sum eru við

2021-06-15 10:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hósdagin verður fernisering av eini forkunnugari listaframsýning í Müllers pakkhúsi í Havn. Talan er um 12 av okkara bestu núlivandi listafólkum.

Tey tólv eru Astrid Andreasen, Arnold Vegghamar, Jóna Rasmussen, Kári Svensson, Bárður Jákupsson, Astri Luihn, Eyðun av Reyni, Zacharias Heinesen, Ásla Rannvá Svensson, Frits Johannesen, Silja Eystberg og Brandur Patursson.

Hesi tólv fara at sýna fram á stórari listaframsýning í Müllers pakkhúsi í Havn, har tað er høgt til loftið og vítt til veggja. 

Lætt at keypa føroyska list
Endamálið við framsýningini er at gera tað lættari hjá føroyingum at keypa føroyska list – og samstundis gera tað lættari hjá føroyskum listafólkum at selja sína list. Og her eru karmarnir perfektir – mitt í Havn, og í okkara allarbestu hølum.

Fernisering verður hósdagin klokkan 16 til 18, og framsýningin verður opin til og við sunnudagin 27. juni. Gerandisdagar verður opið kl. 16-18 og í vikuskiftunum kl. 14-16

Framsýningin er opin fyri øllum og er ókeypis at vitja. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder