Tólv verkætlanir hava fingið tilsamans góðar 8,2 milliónir krónur í stuðli frá Granskingarráðnum.
Hesum boðar Granskingarráðið frá í kunnindarskrivi seinnapartin.
21 umsøkjarar vóru helst nakað vónbrotnir, tí heili 33 umsóknir komu inn til árligu freistina í februar. Søkt varð um góðar 30 mió. krónur, og gransking.fo upplýsir, at ein lítil minniluti av teimum tólv eru ph.d.-verkætlanir, og at beint yvir helmingurin av teimum, ið fingu stuðul, eru kvinnur.
- Av teimum 12 verkætlanunum eru fimm ph.d.-verkætlanir. Av verkætlanarleiðarunum eru fimm menn og sjey kvinnur. 7,5 mió. kr. vóru tøkar á løgtingsfíggjarlógini til stuðul til gransking í ár. Játtanin hevur verið óbroytt í fleiri ár. Avlop frá lidnum og steðgaðum verkætlanum varð játtað aftur, tí var samlaða játtanin um 8,2, mió. kr.
Fýra umsøkjarar fingu 800.000 krónur ella fleiri. Tað er faknevndin fyri stuðli til gransking, sum hevur gjørt av, hvørjar verkætlanir skulu stuðlast. Tey hava grundað avgerðirnar á fakligar metingar frá útlendskum serfrøðingum og á strategiskar metingar fyri gransking í Føroyum.
- Nevndin fegnaðist um, at støðið á umsóknunum í ár var sera høgt. Hetta hevur verið gongdin seinnu árini og boðar frá góðari menning í granskingarumhvørvinum.
Her sæst yvirlit yvir verkætlanirnar, sum stuðul er latin til:
Tórur Sjúrðarson: "Ávirkan av viðgerð við statinum á tillagingar til kropsliga venjing hjá sjúklingum í statin-viðgerð"
Verkætlan á Deildini fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum - 875.000 kr.
Vár Honnudóttir: ”Sosialur ójavni í heilsu í Føroyum”
Ph.d.-verkætlan á Deildini fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum og Fólkaheilsustýrinum – 585.000 kr.
Eina H. Eliasen: ”Forsagnir og fylgir av at eldast. 3. kanning av føroysku sjeytiára kohortuni”
Verkætlan í Granskingareindin í Sjúkrahúsverkinum – 650.000 kr.
Elsa Helmsdal: ”Kanning av kunningini tey seinastu 40 árini viðvíkjandi dálkingarevnum í grind”
Ph.d.-verkætlan í Granskingareindin í Sjúkrahúsverkinum og á Deildini fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum – 480.000 kr.
Arnfinnur Kallsberg: ” Sjúkuelvandi serotypir av Pneumokokkum og broyting í berara- og sjúkutíttleika hjá børnum í Føroyum”
Ph.d.-verkætlan hjá Thetis og Roskilde Universitet – 650.000 kr.
Sonja Olsen: ” Skiftið frá dagstovni í skúla og tey krøv og sýn uppá læring, sum føroysk børn møta í skiftinum.”
Ph.d.-verkætlan á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum – 500.000 kr.
Rob Thomas: ” Kanning av sjófugli í Atlantshavi - Hvørji árin kunnu ljósdálking og virksemi á sjógvi hava á náttarvirknan sjófugl í Landnyrðingsatlantshavi?”
Verkætlan á Cardiff University and Eco-explore Community Interest Company í samstarvi við Umhvørvisstovuna – 610.000 kr.
Debes H. Christiansen: “RASPOX – Heilgenom-sekvensering av laksakoppavirus”
Verkætlan á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni – 630.000 kr.
Karin Margretha Húsgarð Larsen: ”Thermohalina rákið gjøgnum føroyskt sjóøki”
Ph.d.-verkætlan á Havstovuni, DMI og Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum – 860.000 kr.
Óluva R. Eidesgaard: “Kanningar av grundvatns-menningarmøguleikum í Føroyum”
Verkætlan á Jarðfeingi – 735.000 kr.
Birgitta Andreasen: “Atkomuligur botnfellismyndil til betri umhvørvisráðlegging”
Verkætlan á Fiskaaling – 800.000 kr.
Knud Simonsen: “Kortleggjan av økjum við ódligum rák-aldu samanspæli í Føroyum”
Verkætlan á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum – 855.000 kr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald