Uttanlands

Tólvta eldgos síðan 2021

Í morgun fór aftur at goysa á Reykjanesi í Íslandi

(Mynd: Ruv.is)

(Mynd: Ruv.is)

2025-07-16 09:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í morgun fór aftur at goysa í Íslandi. Tað var stutt fyri klokkan trý í nátt, at tað fór at goysa úr einari sprungu sum er umleið ein kilometur til longdar.

Íbúgvar í Grindavík eru sum ikki einaferð evakueraðir og tað eru fólk á Bláa Lóni og kampistar í økinum eisini blivin.

Morgunblaðið skrivar, at heta er tólvta eldsgos síðan tað fór at goysa við Fagradalsfjall í 2021.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder