Mentan

Tom Ashbrook og Greta Svabo Bech útgeva nýtt staklag

Enski Tom Ashbrook og føroyska Greta Svabo Bech útgeva staklagið “tu : orbit”, saman við livandi myndum úr Føroyum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-02-26 13:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Enski tónleikarin, framleiðarin og tónaskaldið, Tom Ashbrook, útgevur eina “filmiska” EP, sum kallast ‘ko:da’. Hetta er ein samstarvs-útgáva, har allir sangirnir hava uppruna í lagnum “Klass” frá fløguútgávu hansara “Sensibus”.

Fyrsta staklagið var eitt lag útgivið saman við stutfilminum “MISSUXO”, framleitt saman við ungarska filmsframleiðaranum Marcell Lobenwein. 

Tað næsta staklagið er saman við føroysku Gretu Svabo Bech við sanginum ‘tu : orbit”.

Tey bæði hava saman gjørt ein kenslubornan, viðkvæman sang, sum er samansettur av tí eyðkendu klasskisku ávirkannini hjá Tom og Gretusa droymandi rødd.

Um “tu : orbit” sigur Greta:


– Kenslurnar í tónleikinum hava givið íblástur til tekstin. Umframt hetta eru orðini nógv ávirkað av, at eg júst var flutt. Eftir at hava búð ímillum flytikassar og kuffert í eitt tíðarskeið, føldi eg meg rótleysan - sum um eg var í einari bíðistøðu. Eg hugsaði um lívsins ringrás, hvussu rótfest vit eru til fólk, tíð og stað; hvat tað er, sum knýtur okkum saman. Nógvur av mínum tónleiki hevur onkursvegna røtur í Liverpool, har eg búði áðrenn eg flutti til Føroyar, og har eg eisini møtti Tom. Hann hevur havt stóran lut í tí tónleikinum eg havi gjørt í Føroyum. Hesin sangurin er tann fyrsti eg havi tikið upp síðan eg eri komin til Frankaríkis, her eg nú búgvi.

Tom, sum Greta, hevur klassiska tónlistarliga bakgrund. Hann hevur spælt klaver síðan hann var fimm ár, og hevur altíð verið drigin av tí gátuføra huglagnum í filmstónleiki, haðani hann hevur fingið íblástur til sína egnu sangskriving. Seinni hevur hann fingið áhuga í modernaðari tónleika-sniðgeving og -framleiðslu, sum nú er grundarlagið í hansara hugtakandi og eklektiska tónleiki.

Um tu: orbit

Høvuðsartistar: Tom Ashbrook; Greta Svabo Bech
Framførsla: Tom Ashbrook; Greta Svabo Bech
Miksað: Fred Ruddick
Mastrað: Robin Schmidt
Høvundar: Tom Ashbrook; Greta Svabo Bech

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder