Innanlands

Tømdi sær bløðruna framman fyri politinum

Maður skuldsettur fyri brot á viðtøkurnar

2019-06-04 06:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein maður hevur í nátt sovið rúsin av sær í varðhaldinum, og verður nú skuldsettur fyri brot á politiviðtøkurnar fyri millum annað ikki at hava gjørt eftir boðum frá løgregluni og fyri at kasta sær av vatninum á almennum vegi.

Tað var millum klokkan tíggju og ellivu í gjárkvøldið, at eitt skeinkistað í Havn ringdi til løgregluna um hjálp at fáa ein ómøguligan og druknan mann út úr staðnum.

Tá løgreglan kom fram, var maðurin komin útum. Løgreglufólkini fóru at tosa við mannin, men viðkomandi vildi ikki lata við seg koma. Hann gjørdi ikki eftir teimum boðum, hann fekk, og gjørdi ikki mætari enn at stilla seg at míga framman fyri løgreglumanningini.

Maðurin varð tí handtikin, og eftir at hava sovið rúsin av sær fær hann boð um at hann verður skuldsettur fyri at hava brotið politiviðtøkurnar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder