Mentan

Tónleikasøguligt heildarverk verður lagt fram

"Listaljóð" eitur nýggj bók um musikalsku listprýðingina hjá Astri Luihn á Tórshavnar Musikkskúla. Bókin verður løgd fram á skúlanum í morgin

2025-04-10 13:41 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í morgin, fríggjadagin 11. aprí, verður bókaframløga í Tórshavnar Musikkskúla. Bókin um listaprýðingina hjá Astri Luihn í 2019 á musikkskúlanum kemur út, og verður lítið hátíðarhald í Hátúni við røðum, sangi og tónleiki.

- Listaprýðingin hjá Astri Luihn í musikkskúlanum í Tórshavn er ein hugvekjandi og ekspressiv samanrenning av teimum báðum økjunum, sum standa listakvinnuni allarnæst: Tónlistin og myndlistin. Tónleikur verður visualiseraður í listaverkum, sum vísa til føroyska siðvenju og søgu, samstundis sum verkini spæla saman við arkitekturinum og kveikja skapandi hugsan og læring hjá teimum, sum hava sína dagligu gongd í húsinum. Astri Luihn er viðurkend listakvinna, ið hevur sett sín varandi dám á føroyska listaheimin. Hon er útbúgvin tónleikafrøðingur og hevur verið virkin listakvinna í fleiri áratíggju.

Soleiðis sigur stjórin á Listasavninum, Solveig Hanusardóttir Olsen, í formælinum í bókini Listaljóð, ið nú kemur út.

[object Object]
Astri Luihn

Listaverkini og bókin lýsa føroysku tónleikasøguna úr víkingatíð til okkara dagar í tí symbolska og eyðkenda symfoniska stílinum hjá Astri Luihn, har livandi litir, dynamiskir formar og figurar renna saman. Útskorin relieff úr viði, mynda stórar fuglar á flogi, formar, strikur og skap, sum líkjast nótum og tónum.

Í bókini eru nágreinar lýsingar og myndir av listaverkunum og tilsipingar til søgur, persónar og fyribrigdi í mentanar- og tónleikasøgu okkara. Við hesum er listaprýðingin og bókin at rokna sum okkara fyrsta tónleikasøguliga heildarverk.

Ein gáva til ein musikkskúla fyri børn og ung. Men eisini ein dýrgripur til fólk og tjóð, at kenna og skilja søgu okkara.

Á hátíðarløtuni fríggjadagin fer tónleikafrøðingurin Knút Háberg Eysturstein at siga nøkur orð um list og tónar. Angelika Hansen fer at leika á fiól og Ólavur Jakobsen á gittar. Kór musikkskúlans fer at syngja nakrar sangir. Kórleiðarar eru Joanna Johansen og Ásbjørn Berthelsen. Listakvinnan Astri Luihn fer eisini at siga nøkur orð.

Tiltakið byrjar kl. 15 og varir 45 minuttir. Tað er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin. Bókin fæst til keyps á musikkskúlanum til serprís í samband við útgávutiltakið.

[object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder