Fýra tiltøk verða á skránni í Havnar kirkju á mentanarnáttini fríggjadagin.
Kl. 19.30 spælir Akkordeonorkestrið hjá Tórshavnar musikkskúla. Tað er Anna Huedepohl, tónleikalærari, sum hevur stovnað orkestrið. Bernhardur Wilkinson leiðir hetta kvøldið orkestrið, meðan Anna spælir við. Lættur, ljósur og frískligur tónleikur.
Kl. 20.30 fer íslendska kórið “Háskúlakorinn” at syngja. Kórið er universitetskórið úr Reykjavík.
Kl. 21.30 verður orgulkonsert við unga organistinum Ari Hammer Joensen. Konsertin verður skipað sum ein stuðulskonsert, har høvi verður at geva eina peningagávu til Ara. Innkomni peningurin fer til skeið í orgulspæli í Haarlem í Niðurlondum, sum Ari er sloppin inn á.
Upptøkuroynd er til skeiðið har mindst fýra og í mesta lagi átta næmingar kundu luttaka. Saman við Ara luttaka tveir niðurlendingar, ein týskari, ein fraklendingur og ein næmingur úr Suðurkorea.
Spennandi verður, hvat Ari fær burturúr at luttaka á einum slíkum skeiði í altjóða høpi. Ari fer at spæla eina flotta skrá við tónleiki av Bach, Cesar Franck og Bizet.
Kl. 22.30 verður konsert við gospelkórinum “Brak”, sum Ingmar Berg leiðir. Hugnaligur og festligur gospeltónleikur, sum vit minnast tað frá í fjør, tá ið “Brak” eisini sang í Havnar kirkju mentanarnáttina.
Ari Hammer Joensen skal á upptøkuroynd í Haarlem í Niðurlondum í næstum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald