Mentan

Tónleikurin hjá Leonard Cohen seldur til bretskt felag

Rættindini til tónleikin hjá kanadiska tónleikaranum – 278 sangir – er seldur til íløgufelagið Hipgnosis fyri ein óupplýstan prís

Leonard Cohen andaðist 7. november 2016, 82 ára gamal (Savnsmynd)

Leonard Cohen andaðist 7. november 2016, 82 ára gamal (Savnsmynd)

2022-03-07 16:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bretska íløgufelagið Hipgnosis, sum fæst við at keypa tónleikarættindi, hevur keypt rættindini til allan tónleikin hjá Leonard Cohen.

Leonard Cohen andaðist í 2016, 82 ára gamal, og sunnudagin boðaði Hipgnosis frá, at felagið hevði yvirtikið rættindini til tónleikin hjá honum – 278 sangir.

Leonard Cohen er serliga kendur fyri sangin "Hallelujah", sum sambært Hipgnosis er givin út í fleiri enn 300 coverútgávum, sum tilsamans eru stroymdar fleiri enn fimm milliardir ferðir.

Hipgnosis eigur eisini rættindini til tónleikin hjá m.ø. Neil Young og Red Hot Chili Peppers.

Hvussu nógv rættindini til tónleikin hjá Leonard Cohen hevur kostað Hipgnosis verður ikki upplýst, skrivar Ritzau.

Áður hevur Bruce Springsteen tó fingið uml. hálva milliard dollarar (3,3 milliónir krónur) frá Sony fyri rættindini til hansara lívsverk, Universal Music hevur keypt rættindini til tónleikin hjá Bob Dylan fyri uml. 300 milliónir dollarar (uml. tvær milliardir í okkara krónum), og Sting hevur fingið uml. 250 milliónir dollarar (1,7 milliardir krónur) fyri sítt lívsverk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder