Hesa vikuna hava umboð hjá bretska Top Gear Magazine verið og vitjað í Føroyum. Blaðið er uppkallað eftir heimsins størstu bilsending, Top Gear.
Í hesum sambandi vóru tríggir bil-entusiastar og ein myndamaður frá blaðnum á vitjan hjá Sofusi Hansen, sum eisini er kendur sum Halleluja Sofus. Hesum váttar hann fyri in.fo
- Teir prátaðu við meg og onkran annan eisini. So hava teir annars bara verið og kekkað landið, hugt eftir hvat rørir seg innan fyri bilar her og kannað, hvussu bilparkin sær út, sigur hann.
- Teir vildu síggja bilarnar hjá mær og hoyra, hvar eg fekk hugskotini frá, tí teir leitaðu eftir regulerum bil-listafólkum, søgdu teir. Teir spurdu, hvar eg keypti allar deilirnar hjá mær frá, men eg segði so við teir, at eg keypti ongar deilir, men gjørdi alt sjálvur. Tað vóru teir ræðuliga imponeraðir av, tí tað eru so ræðuliga fáir, sum skapa sjálvir beinleiðis úr høvdinum í dag, sigur Halleluja Sofus við in.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald