Mentan

Torbjørn Olsen í Gamla Seglhúsinum

Fernisering ferður fríggjakvøldið. Framsýningin hongur uppi til 9. apríl

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-03-06 08:33 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í morgin, fríggjadagin, letur upp listaframsýning við Torbjørn Olsen í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

Framsýningin umfatar oljumálningar, nýggj verk, og fernisering verður í annaðkvøld kl. 18.

Kinna Poulsen, listummælari, flytur fram røðu og Karl Martin, Eyðun og Jógvan fara at syrgja fyri tónleikinum.

Umframt lættari ábit og okkurt leskandi, er møguleiki at heilsa uppá listamannin sjálvan.

Framsýningin, sum hongur uppi fram til 9. apríl, kann vitjast yrkadagar millum klokkan 14 og 17 og sunnudagar millum 15 og 18. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder