Mentan

Torbjørn Olsen sýnir fram í Gamla Seglhúsinum

Fernisering verður leygardagin 22. januar, og framsýningin er opin fram til 27. februar

2022-01-15 11:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin 22. januar letur upp listaframsýning við Torbjørn Olsen í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

Fernisering verður 22. januar frá klokkan 18 til 20, og framsýningin hongur uppi fram til 27. februar.

Til ferniseringina kemur Dagmar Malena Winther, samskiftis- og listamiðlari at røða, og Seglhúsið bjóðar lættari ábit og okkurt leskandi til vitjandi. Tónleikinum syrgja Karl Martin Samuelsen og Eyðun Nolsøe úr bólkinum Hjarnar fyri.

Framsýningin er, sum áður nevnt, opin til 27. februar, og upplatingartíðirnar eru gerandisdagar frá klokkan 14 til 17, og sunnudag frá klokkan 15 til 18. Eisini ber til at vitja uttan fyri hesar tíðir eftir avtalu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder