
Seinastu tvey árini hevur Liljan Weihe verið stjóri í Visit Tórshavn, men í desember tók hon sæti á Løgtingið, eftir at hon fekk 289 atkvøður á løgtingsvalinum, og harvið endaði sum nummar átta á listanum hjá Tjóðveldi, sum kom í samgongu.
Harvið skuldi ein avloysari finnast, og í fyri lítlari løtu síðani hevur Visit Tórshavn kunngjørt, hvør viðkomandi er. Visit Tórshavn skrivar, at talan er um ein væl skikkaðan stjóra, ið nú skal standa á odda fyri ferðavinnuni í Tórshavnar kommunu.
Hon kemur úr starvinum sum menningarleiðari í Visit Vágar, ið hon hevur røkt síðan 2020, og hevur ein Master í ferðavinnu frá Aalborg Universitet.
Talan er um Tordis Kristinu á Rógvi Simonsen. Hon er 36 ár, er úr Vestmanna men búsitandi í Tórshavn. Tordis tekur við starvinum 1. mai
Visit Tórshavn skrivar um sítt virksemi, at hildið verður til í gamla bankabygninginum í Steinatúni, og er talan um mest vitjaðu og mest brúktu kunningarstovuna í landinum.
- Visit Tórshavn arbeiðir yvirskipað við at miðsavna og kunna borgarar og ferðafólk um Havnina, og hevur í nógv ár verið ein miðdepil fyri ferðavinnu í Føroyum. Endamálið hjá Visit Tórshavn er at menna eina burðardygga ferðavinnu í Tórshavnar kommunu. Tað er at skapa áhuga fyri Havnini, stuðla handilslívi, tænastuvinnu, mentan og annars virka fyri, at býurin er áhugaverdur at vitja, liva og virka í.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald