Innanlands

Tórgerð P. Joensen sett sum fyrstilærari í Hósvíkar skúla

Hon tekur við starvinum 1. august

(Ummr.fo)

(Ummr.fo)

2021-06-30 21:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur sett Torgerð P. Joensen í starvið sum fyrstilærari í Hósvíkar skúla.

Torgerð er 30 ára gomul, tók læraraprógv í 2017 frá Institution for skole og læring, Metropol í Danmark.

Tórgerð hevur síðan lokna útbúgving miðvíst virkað fyri at ogna sær serkunnleika í byrjanarundirvísingini og hevur royndir á økinum frá donskum skúla og hetta síðsta skúlaárið frá Hósvíkar skúla. Hon hevur m.a. førleikament seg í útiskúlanámsfrøði og lesimenning - m.a. konseptið ”læsemakkere”.

Tórgerð tekur við starvinum sum fyrstilærari í Hósvíkar skúla tann 1. august 2021.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder