2019-02-09 13:00
Í gjár boðaði Vága Kommuna frá at Tórhall Johansen er settur í starv, sum tekniskur leiðari hjá kommununi.
Talan er um ein royndan mann. Heimasíðan hjá kommununi skrivar, at Tórhallur er útbúgvin byggifrøðingur og hevur drúgvar royndir við projekt- og entreprisuleiðslu innan fyri bygging og anleggsarbeiðið; bæði úr Føroyum og uttanlands. Eisini hevur hann royndir við projektering av bæði byggi- og anleggsarbeiðum.
Tað vóru 9 umsóknir til starvið, sum Tórhallur Johansen ætlandi tekur við 1. apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald