Mentan

Tormóður við sínum fyrsta føroyska staklagi

Hoyvíkingurin hevur Mariu á Lakjuni við sær til "Sakni teg enn"

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-04-24 18:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tormóður Petursson Djurhuus hevur seinastu árini latið nøkur stakløg úr hondum, har "We Both Know" í 2022 var tað fyrsta.

Sangarin og sangskrivarin hevur verið meira virkin aftur, síðani hann flutti til Aalborg  - við millum annað "Kom til Aalborg" í fjør -  

Nú 24-ára gamli hoyvíkingurin hevur higartil bert givið út á enskum og á donskum, men nú er tann fyrsti sangurin hjá Tormóði á móðurmálinum komin út.

Hann hevur saman við Mariu á Lakjuni útgivið staklagið "Sakni teg enn", sum kann hoyrast ovast ella HER.

"Sakni teg enn" verður lýst sum eitt kensluborið og sorgblítt lag, sum snýr seg um at sakna ein kæran, og allar teir tankarnar, sum fylgja við kenslunum.

Tormóður hevur sjálvur staðið fyri orðum og lagi. Benjamin Djurhuus hevur framleitt, skipað og ljóðblandað, meðan Óli Poulsen hevur staðið fyri masterinum. 

Maria á Lakjuni prýðir lagið við sínum eyðkendu vokalum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder