
Tað kann helst lýsast sum eitt slag av kærleikslagi, sum snýr seg um, at eitt par fer frá hvørjum øðrum.
Talan er um eitt popp-lag, og hetta er tað fyrsta, ið Tormóður Petursson Djurhuus hevur latið av hondum. Tað er undir navnininum Tormodur.
21-ára gamli hoyvíkingurin hevur seinastu tíðina millum annað roynt seg sum hallarspeakari til evropeiskar dystir hjá H71-kvinnunum, men hann dugir eisini annað við mikrofonini.
"We both know" er næstan tríggjar og ein hálvan minuttir langur. Nýggi sangurin kann millum annað hoyrast á Youtube - leinkja niðanfyri - og á Spotify.
We Both Know:
Sangur, orð og lag: Tormóður Petursson Djurhuus
Produserað, miksað og spælt bass: Benjamin Dalheim Djurhuus
Guitar og bakgrundsvokal: Jónas Gaard
Trummur: Harald Fonsdal Johannesen
Mastrað: Óli Poulsen
Tutl Records hava staðið fyri øllum tí prakiska viðvíkjandi útgávuni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald