Innanlands

Torradagar verða 17-23 februar

Ymiskt er komið á skránna. Millum annað verður Føroyingahavnin í Grønlandi umrødd og lýst, og tað verður støðan í Arktis eisini. Afturvendandi tiltøk sum Heilsukáfé og fiska-bufféin eru eisini við

Klaksvíkin verður aftur karmur um Torradagar í ár

Klaksvíkin verður aftur karmur um Torradagar í ár

2020-01-14 20:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Árliga mentanar- og fiskivinnuvikan í Klaksvík verður í 2020 17-23 februar.

Klaksvíkar kommuna boðar frá, at skráin er ikki liðug enn, men nógv er tó komið á hana. Millum annað hesi tiltøkini: 

- Á hugnaløtu í Smæruni fara millum annað Jógvan Arge og Kári P. Højgaard at greiða frá tíðini í Føroyingahavnini í Grønlandi, har roynt varð við opnum báti.

-”Søgur av Flemish Kap” verður aftur á skránni hesaferð, og Zacharis Hammer fer at vísa brot úr filminum Trolmenn, sum hann er í holt við at gera.

- Ein serstøk framløga verður um Arktis og tær broytingar, sum har fara fram vegna broytta veðurlagið. Tikið verður upp hvørjar fylgjur hetta kann hava fyri fiskiskapin. Ein myndamaður úr Eysturríki sum hevur verið í økinum og tikið myndir, sum vísa broytingarnar, fer saman við einum eysturríksum professara at vísa og greiða frá støðuni.

- Heilsurenning, Heilsukáfé og Matiné er eisini á skránni sum vant, og tað er fiska-bufféin hjá Umsorganarheiminum, Gloria, eisini.

Sí meira um Torradagar á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder