Innanlands

Torradagarnir verða 18. til 23. februar

Fiskivinnutingið, Føroyingahavnin og kendur tíðindamaður hjá DR eru á skránni í ár

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2019-02-01 13:58 Author image
Ari av Rana
placeholder

Afturvendandi kjakið ’Fiskivinnutingið’, tekur aftur hesafer samanum fiskivinnulóggávuna og verður ein partur av leikpallinum á Torradøgunum í Spinnarínum hesaferð. Skráin er ikki heilt liðug enn, men m.a. Sigmar Bláberg, rithøvundur greiðir frá við støði í bók síni ”Stállínuskipini í aðra vinnu 1962 - 64”.

Norðoya Sparikassi 100 ár

Norðoya Sparikassi fyllir 100 ár í 2019 og hava teir lagt seg uppat skránni á Torradøgunum við ymiskum tiltøkum, fleiri teirra verða í Spinnarínum og verður m.a. søgan hjá Spinnarínum eisini fortald har við søguligum afturliti. Finn Kjølbro sigur frá søguni um Spinnaríið og Turkaríið hjá Kjølbro.

Eisini verða ymsar hugnaløtur í Smæruni við m.a. Alfred Olsen sum greiðir frá um Dannebrogsmannin.

Jonna greiðir frá um tíðina í Føroyingahavnini
Jonnu Johannessen, ættað av Hellunum, greiðir frá uppvøkstri sínum har, og um tíðina í Føroyingahavnini, tá ið menn vóru til lands við opnum bátum, har hon eisini var við og starvaðist á Sjómansheiminum í Føroyingahavni. Nýggja Sjómansheimið í Føroyingahavnini varð vígt í 1958, av Jóhan Nielsen, persti og arbeiddi Jonna tá á Sjómansheiminum og eisini í 1963. So her verða onkrar áhugavedera søgur sagdar og sjálvandi eisni serstakar myndir frá teirri tíðini at síggja.

”Søgur av Flemish Kap” verður aftur á skrá, við framløgum og práti við sjómenn, sum hava verið á Flemish Kap. Mortan Johannesen, hjá Andreasi greiðir frá fiskaríi við trolara í Golfinum, sum tók seg upp, umframt at teir ofta høvdu post og annað við til bátarnar á Flemmich Kap. Eisini greiða Thormund Johannesen og Sigmar Bláberg frá fiskiskapi teirra við línibáti á Flemmish Kap.

Eta Putin og Trump fisk?
Ein serstøk framløga verður í Spinnarínum við kenda tíðindamanninum hjá DR, Steffen Gram, har spurt verður, ”Eta Putin og Trump fisk”?

Her verður tikið í nakað um tað neyðuga av, at Føroyar hava fría marknaðaratgongd bæði í EU, Russlandi og sanniliga eisini í USA – Hvat hendir, um Trump spælir ov nógv við musklunum og leggur ov nógvan toll / bann á hetta og hatta? EU hevur jú boykotta Russland, men hevur tað kanska verið ein “fyrimunur” fyri Føroyan – ella?

Torradagarnir verða 18. - 23. februar og sum sagt er skráin ikki heilt liðug enn, men verður meir at frætta seinni, skrivar Klaksvíkar kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder