2018-07-21 15:02

Carpark North er ein av teimum best umtóktu bólkunum í Skandinavia. Teir hava vunnið eina ørgrynnu av prísum.
Bara fyri at nevna nakrar: Danish Music Awards, Zulu Awards og Gaffa prísin.
Teir hava selt eina ørgrynnu av plátum og eru í roynd og veru tað feitasta, sum Kongaríkið hevur at bjóða, siga fyriskipararnir.
Í kvøld spæla teir í gongugøtuni til ársins Okkara Tórsfest kl. 22.30.
Tað eru bara tvey ár síðani teir spældu á Tórsfest síðst. Tann framførslan riggaði avbera væl, og telist helst millum bestu rokkkonsertirnar í Føroyum seinnu árini.
Smokie og Jacob Dinesen vóru eisini við sama flogfari sum Carpark North og framføra ávikavist 19:30 og 20:30.
.jpg)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald