2018-07-21 17:00
Ársins fest á Vaglinum er í dag. Talan er um tað sum fyrr hevði navnið ólavsøkukonsertin, men sum seinastu árini er broytt til Tórsfest.
Tað er útselt í forsølu, og lagt er upp til eitt brak av einum kvøldi. Hann sigur nakað av regni um midnáttarleitið, men so er turt restina av náttini. Vindurin verður lítil
Fyrst á skrá er Barnadix og Bubu klokkan 16 og 16:45. Maria Montell fer á pallin klokkan 17:30 og so byrjar veruliga.
Burhan G verður klokkan 18:30, og seinni eru Carpark North, Icona Pop, Signar í Homrum og Burak Yeter millum annað.
Sí skránna niðanfyri (Trýst á myndina, so verður hon størri)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald