Mentan

Tórsgøta verður umskapað til spælipláss í ein dag

Da Sjúka – ungdómsmentanartiltak við street-aktivitetum, tónleiki, grafitti í havnargøtu leygardagin

2022-06-14 18:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Komandi leygardag verður Tórsgøta í Havn stongd fyri vanliga ferðslu. Í staðin verður gøtan innrættað sum eitt stórt spælipláss fyri tey, sum dáma skateboarding, BMX, kurvabólt og parkour.

Da Sjúka er heitið á hesum serliga mentanartiltakið, sum serliga er ætlað ungum. Fyrireikararnir skriva soleiðis í tíðindaskrivi:

- Ert tú ein teirra, sum ikki tímir fótbólt, kapprógving ella svimjing? Ella kanska tú hevur hug at royna okkurt nýtt ella bara forvitnast, jamen so hava vit góð tíðindi! Leygardagin 18. juni steingja vit Tórsgøtu og gera hana til eitt stórt spælipláss. Vit seta rampur upp til skateboarding, BMX og parkour. Umframt, at kurvabóltur verður á vøllinum við Margarinfabrikkina.

- Og tú ert hjartaliga vælkomin at royna allar ítrottargreinarnar á staðnum. Venjarar, íðkarar og útgerð verður á staðnum, so tú skal onki taka við uttan teg sjálvan. Vit hava gott fólk á staðnum, sum geva tær alla ta vegleiðing og hjálp, tú hevur tørv á. Somuleiðis hava vit fingið professionellar íðkarar til Føroyar, sum fara at vísa síni kynstur, leggja lag á og geva íblástur.

- Vit bjóða eisini ókeypis mat á staðnum, sum tveir garvaðir kokkar standa fyri. Segði tú graffitti? Jamen tað hava vit eisini hugsað um. Og somuleiðis verður tað eisini hip hop og punk tónleikur at hoyra allan dagin, so karmarnir verða perfektir fyri tiltakið.

- Vit byrja dagin kl. 14 og enda kl. 19. Dagurin verður væl kryddaður við smærri kappingum og íðkarum sum vísa síni kynstur. Umframt hetta fara útlendsku gestirnir eisini at geva eitt ordiligt show. Alt meðan tú sleppur at royna teg, njóta góðan tónleik og fáa ein góðan bita.

- Klokkan 19 verður Tórsgøta ruddað, og eyguni vend móti Perluni, har vit hava fingið trý av teimum absolutt heitastu tónleikanøvnunum at framføra. 200, RSP og Jurghinn. Tríggir bólkar, sum spæla hip hop, harðan rokk og punk. Tónleikur, sum í stóran mun myndar alternativa ítrott og street mentan. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder