Innanlands

Tórshavnar býráð samtykt barna- og ungdómspolitik

Í politikkinum eru millum annað átøk um førleikamenning, foreldrasamstarv og heilsu & trivnað

2019-06-21 08:22 Author image
Ari av Rana
placeholder

Býráðið samtykti í gjárkvøldi ein barna- og ungdómspolitikk fyri Tórshavnar kommunu. Endamálið við politikkinum er at seta barna- og ungdómspolitikk á breddan og framhaldandi vera í fremstu røð á barna- og ungdómsøkinum. 

Barna- og ungdómspolitikkurin er ætlaður øllum, sum Barna- og ungdómsdeildin varðar av. Børnini og tey ungu eru framtíðin, og tí leggur Tórshavnar kommuna stóran dent á at geva børnum og ungum í kommununi best møguligar umstøður at vaksa upp í. 

Børnini og tey ungu eru ein stóran part av tíðini á kommunalum stovnum. Tey eru í vøggustovu, barnagørðum, frítíðarskúlum og ungdómshúsum. Tí hevur Tórshavnar kommuna samtykt ein politikk, har kjarnuvirðini hjá kommununi, virðing, menning og trivnaður eru ein sameindur partur.

Í politikkinum eru millum annað átøk um førleikamenning, foreldrasamstarv og heilsu & trivnaðÍ politikkinum eru millum annað átøk um førleikamenning, foreldrasamstarv og heilsu & trivnað, skrivar Tórshavnar kommuna.

Kommunan vil, at øll børn og ung í Tórshavnar kommunu skulu hava møguleika at vera í ymiskum barna- og ungdómsvirksemi, har rúm er fyri øllum – uttan mun til kyn, tjóðbólkaeyðkenni, førleikar ella sosiala bakgrund. Øll børn og ung hava rætt til, at vaksin taka jaliga og væl ímóti teimum. Tað vil siga, at vaksin eru nærverandi, rúmlig, faklig og mennandi. Alt hetta eggjar børnum og ungum til forvitni. 

Tórshavnar kommuna staðfestir í politikkinum, at kommunan vil ganga á odda at fáa øll børn við, tí øll børn hava okkurt at bjóða øðrum. Kommununi tørvar fjølbroyttar borgarar.

Barna- og ungdómspolitikkurin verður almannakunngjørdur í næstum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder