Á býráðsfundi hóskvøldið samtykti Tórshavnar býráð einmælt at senda landsstýrinum eina almenna áheitan um at fáa ein 1. flokk afturat í Sankta frans skúla í Havn komandi skúlaár, skrivar Tórshavnar kommuna.
Tórsahavnar kommuna hevur fyrr heitt á barna- og útbúgvingarmálaráðið um at fáa tvey spor afturat til 1. flokk komandi skúlaár. Kommunan fekk játtað eitt spor afturat, sum verður í skúlanum á Fløtum, men tað nøktar ikki allan tørvin.
Tí hevur býráðið samtykt at heita á landsstýrið um at fáa tveir 1. flokkar í Sankta Frans skúla komandi skúlaár.
Hetta ávirkar ikki avgerðina um, at ein eyka flokkur eisini verður í skúlanum á Fløtum, skrivar kommunan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald