Innanlands

Tórshavnar kommuna 41 milliónir krónur eftir á botnlinjuni

Tað er samanborið við eitt hall uppá 184 milliónir krónur árið fyri. Rakrstrarúreiðslurnar vuksu við 8,4 prosentum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-05-05 21:08 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á býráðsfundi týskvøldið 5. mai samtykti Tórshavnar býráð ársroknskapin hjá Tórshavnar kommunu fyri 2025, sum vísir eitt avlop uppá 41 mió. kr. samanborið við eitt hall uppá 184 mió. kr. árið fyri.

Fíggjarnevndin hevur sambært kommunustýrislógini ábyrgd av at leggja grannskoðaðan roknskap saman við grannskoðanarfrágreiðingini fyri kommunustýrið til góðkenningar og undirskrivingar.

Inntøkur
Samlaðu inntøkurnar í 2025 vóru 1.511 mió. kr., sum eru 88 mió. kr. ella 6,2% hægri enn inntøkurnar árið fyri. Vøsksturin í samlaðu skattainntøkunum stava í høvuðsheitum frá størri kommunuskatti, felagsskatti og skatti av eftirlønarinngjøldum.

Rakstrarútreiðslur
Samlaðu rakstrarútreiðslurnar í 2025 vóru 1.149 mió. kr. samanborið við 1.060 mió. kr. árið fyri. Tað er ein vøkstur á 89 mió. kr., svarandi til 8,4%.

Størsti parturin av rakstrarútreiðslunum fara til vælferðarøkini. 342 mió. kr. fara til almanna- og heilsumál, 273 mió. kr. fara til børn og ung, síðan koma teknisk mál við 172 mió. kr. Teknisk mál eru vegir, bygningar, kloakkir, vatnveiting o.a.t. Her var vøksturin frá 2024-2025 tilsamans 7,3 mió. kr. harav 1,7 mió. kr. fóru til umhvørvismál.

Annars er vøksturin í rakstrarútreiðslunum frá 2024 til 2025 á vælferðar- og mentanarøkjunum. Barnaansingin veksur 19,4 mió. kr., mentanarútreiðslurnar vaksa 7,3 mió. kr., almannamál vaksa 6,4 mió. kr. og útbúgving & gransking vaksa 3,3 mió. kr.

Íløgur
Í 2025 blivu gjørdar íløgur í kommununi fyri íalt  326 mió. kr. Av hesum vóru 3,6 mió. kr. íløgur hjá Tórshavnar Havn. Í 2024 vóru hesi tøl ávikavist 508 og 50,7 mió.kr.

Av samlaðu íløgunum á 326 mió. í 2025 fóru 60,6 mió. kr. til børn og ung. Av hesum fóru 36,7 mió. kr. fóru til dagstovnin á Argjahamri og 19,3 mió. kr. til frítíðarskúlan við Botnánna í Kollafirði. 24,8 mió. kr. fóru til almanna- og heilsumál, av hesum 13 mió. kr. til nýggja røktarheimi við røktaríbúðum í Hoyvík og 11,7 mió. kr fóru til Lágargarð. Samlaðu íløgurnar á tekniska økinum vóru 218 mió. kr. í 2025. Hetta eru 20 mió. kr. minni enn í 2024, tá ið tær vóru 238 mió. kr.

Íløgur á umhvørvisøkinum vóru 11,8 mió. kr. í 2025 samanborið við 3,6 mió kr. í 2024.

Framflytingar og fíggjarstøða
Játtanir at flyta fram til komandi ár er 24,3 mió. kr. fyri rakstur og 85,1 mió. kr. fyri løgur.

Langfreistaða skuldin við árslok 2024 var 421 mió.kr. Av hesum hoyra 147 mió.kr til Tórshavnar havn og 274 mió.kr til Tórshavnar kommunu. Samlaði tøki peningurin við árslok 2025 var 117 mió.kr.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder