Á fyrsta sinni er Tórshavnar kommuna við til at fíggja eina ph.d.-verkætlan á Setrinum. Hetta samtykti býráðið í gjárkvøldið.
Tað var í 2015, at Tórshavnar kommuna og Setrið skrivaðu undir samstarvsavtalu, og tvey ár seinni í 2017 samtykti býráðið at fíggja partar av Ph.d.-verkætlanum. Og nú er peningur so játtaður til fyrstu verkætlanina.
Endamálið við verkætlanini er at granska, hvussu skipað samstarv (Triple Helix) millum ymiskar stovnar í samfelagnum til dømis kommunur, landsmyndugleikar, skipanir til íverksetarar, vinnufyritøkur, felagsskapir, hægri lærustovnar og vitanarstovnar kunnu fremja burðardygga samfelagsmenning og nýhugsan.
Í hesari Ph.d.-verkætlanini verður arbeitt tætt saman við Hugskotinum.
Nú Tórshavnar kommuna er við til at fíggja eina Ph.d., er hetta samstundis við til at menna týðandi gransking og menning í burðardyggari íverksetan. Hetta styðjar eisini undir heimsmálini hjá ST.
Mett verður, at henda verkætlanin er eitt gott og spennandi høvi hjá kommununi at gerast partur av eini viðkomandi Ph.d.-verkætlan og soleiðis bróta slóð fyri at náa málum settum í samstarvinum við Fróðskaparsetrið.
Innanlands
Tórshavnar kommuna fíggjar ph.d.-verkætlan á Setrinum
Býráðið samtykti í gjár fyri fyrstu ferð at fíggja eina ph.d.-verkætlan á Setrinum
Mynd: Tórshavnar kommuna
2019-03-01 13:01
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald